Fara í efni
Menning

Blátt færeyskt gras á Græna hattinum

Færeyska hljómsveitin Blátt Gras heldur tónleika á Græna Hattinum á föstudagskvöldið. Tilkynningin frá hljómsveitinni er svo bráðskemmtileg á því fallega máli, færeysku, að lang skemmtilegast er að birta hana óbreytta. Þeir sem þykjast ekki skilja drífa sig þá bara á tónleikana; allir skilja góða bluegrass tónlist!
_ _ _

,Blátt Gras er ein tónleikabólkur úr Føroyum sum hevur verið nógv at hoyrt í útvarpsrásunum har, við løgum sum “We are travelling”, “Sangur til sonin" og “Tokið”.

Í 2015 vann lagið “There is room at the table”, Faroese Music Awards tónleikavirðisløn, sum Ársins sangur innan fólka-, country- og blues tónleik.

Eyðkendi stílurin hjá bólkinum er ávirkaður av “bluegrass”, sum er tónleikur, ið upprunaliga kemur úr amerikansku suðurstatunum. Serliga er tað akkustiska ljóðmyndin og harmoni’irnar við fleiri røddum.

Teirra framførslur eru ofta lættar og merktar av spæligleði.

Blátt Gras hevur givið tvær fløgur út. Fyrra kom út á heysti 2014 og kallast “Ávegis”. Hin seinna kom út á heysti 2018 og kallast “Framvegis”.

Teir, ið manna bólkin eru Richard Johansen (trummir), Terje Johannesen (sangur, guitar), Johan Mikkelsen (sangur, guitar), Jarnhold Nattestad (bass) og Ragnar Joensen (sangur, klaver, vaskibretti). Teir skriva sjálvir øll løgini og allar tekstirnar.